- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fakfeløg og arbeiðsgevarar bróta altjóða sáttmálar

Føroysk fakfeløg og arbeiðsgevarar bróta evropeiska mannarættindasáttmálan, tí úrvalssemjur, eksklusivsáttmálar, eru á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Sambært evropeiska mannarættindasáttmálanum hava myndugleikarnir skyldu til at ansa eftir, at slíkir sáttmálar ikki eru.

Føroyar hava heldur onga lóg um felagsfrælsi, sum forðar fyri, at arbeiðsmøguleikar hjá løntakarum eru tengdir at limaskapi í ávísum fakfelagi.

Sambært bæði ILO-konvensjónum og evropeiska mannarættindasáttmálanum, sum eru bindandi fyri Føroyar, hava fólk ikki bara rætt at skipa seg í felag. Tey hava eisini rætt at standa uttan fyri fakfeløgini.

Reisir onkur málið um eksklusivsáttmálarnar, kann vandi vera fyri, at Danmark vegna Føroyar kann vera ákært fyri ikki at hava hildið sína eftirlitsskyldu við mannarættindasáttmálanum.

Ovasta løgfrøðiliga ráðgevingin í landsstýrinum var longu í 80-unum greið yvir, at neyðugt var at binda um heilan fingur við at gera eina lóg um felagsfrælsi í Føroyum. Í tilmæli til landsstýrið, sum Útvarpið hevur sæð, verður mett, at tað er brot á mannarættindasáttmálan, sum Føroyar hava bundið seg til, um løgtingið ikki samtykkir eina lóg um felagsfrælsi.

Ein roynd at fáa eina slíka lóg varð gjørd í 80-unum. Uppskot varð lagt fyri tingið, men lógin bleiv tó av ongum.