Royna at fáa giktalæknan at verða verandi

Royna at fáa giktalæknan at verða verandi
Samskifti er millum sjúkrahúsleiðsluna og serlæknan um umstøðurnar á Landssjúkrahúsinum
Giktalæknin á Landssjúkrahúsinum hevur sagt upp, men roynt verður at fáa hann at verða verandi
 
12.03.2012 - 09:55

Góð útlit eru fyri, at giktalæknin á Landssjúkrahúsinum tekur uppsøgn sína aftur. Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, í svari til Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu.

Karsten Hansen váttar, at Landssjúkrahúsið hevur fingið uppsøgn frá giktalæknanum, men uppsøgnin er ikki endaliga staðfest enn. Í løtuni er samskifti millum sjúkrahúsleiðsluna og serlæknan um umstøðurnar á sjúkrahúsinum.

Eisini hevur fundur verið millum Heilsumálaráðið og serlæknan og formannin í Serlæknafelagnum um støðuna.

- Góð útlit eru fyri eini semju millum partarnar, so uppsøgnin verður tikin aftur, sigur Karsten Hansen.

Fyrst í desember í fjør segði Pero Sore, sum er einasti serlækni í giktsjúkum í Føroyum, við Útvarpið, at tað er ógjørligt at veita giktsjúklingunum trygd fyri munagóðari viðgerð sum støðan er.

Yvir 7000 føroyingar hava gikt.

Arbeiða ímóti sær

Pero Sore segði, at Heilsuverkið og ikki minst Heilsutrygd arbeiða ímóti sær. Í buktini liggur millum annað ein gamal sáttmáli millum Serlæknafelagið og sjúkrakassarnar frá 1982.

So nógv fólk eru á bíðilista, at Pero Sore vildi sleppa at hava sjúklingaviðtalu eisini uttan fyri arbeiðstíðina á sjúkrahúsinum. Tað er heilt vanligt, at serlæknar gera tað. Hann fór undir hetta privata virksemi í fjør summar, men góðkenningin frá Heilsutrygd kom ikki.

Karsten Hansen sigur, at nýggjur sáttmáli um privat virksemi hjá serlæknum skal gerast í staðin fyri sáttmálan frá 1982. Men skjótast gjørligt verður gjørd ein fyribils semja sum ískoyti til gamla sáttmálan.

Eydnast ikki at fáa semju við giktalæknan, so hann heldur fram, koma konsulentar í staðin fyri, samstundis sum arbeitt verður við at fáa sett annan giktalækna, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður.

Ein ungur føroyskur lækni fer at fáa sær útbúgving í giktsjúkum, upplýsir landsstýrismaðurin eisini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. desember
Andaktin
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285