- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðskiftafólkini fáa meiri burturúr

Lív lovar nú viðskiftafólkum sínum fleiri pengar, tí felagið fer at leggja um til marknaðarrentu í staðin fyri at brúka miðalrentuna.

Fíggjarkreppan, sum byrjaði í 2008, og herd krøv frá ES til tryggingarfeløg og pensjónsfeløg, hava gjørt, at øll pensjónsfeløgini í Danmark hava lagt um til marknaðarrentu, og nú ger Lív tað sama.

Lív lovar, at viðskiftafólkini fáa meira burturúr, millum annað tí umsitingin fer at kosta minni. Veitingartrygdin noyddi eisini Lív at seta pengarnar í lánsbrøv, sum geva eina sera lága rentu, og Lív noyddist at keypa dýrar rentutryggingar.

Sambært Lív kann marknaðarrenta geva fimm prosent í avkasti til tryggingartakaran, men miðalrentan gevur bara hálvt triðja prosent.