Fiskivinnumál í tinginum

Fiskivinnumál í tinginum
Trý uppskot frá andstøðuflokkunum koma til 1. viðgerð í dag
Framsókn og hinir báðir andstøðuflokkarnir skjóta upp at seta grein 25 nevnd at gera nýggja skipan fyri fiskivinnuna

15.03.2012 - 10:06

Framtíðin hjá fiskivinnuni verður viðgjørd í løgtinginum í dag, tá trý uppskot hjá andstøðuni fáa fyrstu viðgerð.

Tjóðveldi vil hava allar útlendskar eigarar úr fiskiflotanum, tí føroyingar skulu einsamallir hava avgerðarrættin, rættindini og vinningin í føroysku fiskivinnuni.  Sambært uppskotinum skulu reiðaríini, sum útlendingar eiga í, sleppa sær av við útlendska ognarpartin í seinasta lagi 1.januar í 2018.

Javnaðarflokkurin vil, at manningin á fiskiskipum, sum eru undir føroyskum flaggi, eigur at fáa hýru eftir sáttmálunum hjá føroysku manningarfeløgunum. Reiðarar, sum ikki virða hetta, eiga at fáa bót, og landsstýrismaðurin skal kunna taka fiskiloyvið frá reiðaranum.

Og allir tríggir flokkarnir í andstøðuni, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, mæla saman til at seta eina grein 25 nevnd at gera nýggja skipan fyri fiskivinnuna, sum skal koma í gildi 1.januar í 2018. Allir flokkar skulu hava fólk í tingnevndini, sum sambært uppskotinum skal koma við uppskotinum um framtíðina hjá fiskivinnuni í heyst.

Tingfundurin í dag byrjar klokkan11.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816