- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES-tiltøk móti Føroyum koma í heyst

Bæði í ES-ráðharraráðnum og í ES-tinginum hava ætlaðu handilsforðingarnar hjá ES-nevndini móti Føroyum og Íslandi so stóran týdning, at avgerðin fer skjótt gjøgnum ta annars sera stirvnu mannagongdina hjá ES, tá avgerðir skulu takast.

Tað metir norska fiskivinnublaðið Fiskeribladet/Fiskaren.

Alt bendir á, at heimildin at seta í verk forðingar móti Føroyum og Íslandi kemur longu í vár, og sjálvar forðingarnar koma í heyst.

Hjá Føroyum ræður nú um at avmarka skaðan, so hann eitt nú ikki nervar onnur fiskasløg enn makrel, segði Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, við Útvarpið í gjár. Sjúrður Skaale roynir at fáa Danmark, sum er limur í ES, at hjálpa føroyingum við at avmarka ætlaðu tiltøkini so nógv sum gjørligt.

Ikki treytaleysur stuðul

Føroyski fólkatingsmaðurin hevur víst donsku stjórnini á, at stuðulin hjá Javnaðarflokkinum til stjórnina hjá Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra, er ikki treytaleysur.

Fyri at leggja dent á hetta, var formaður Javnaðarfloksins, Aksel V. Johannesen, við, tá Sjúrður Skaale í gjár hevði fund við danska matvøru- og fiskimálaráðharran, sosialdemokratin Mette Gjærskov.

Men sambært Fiskaren er fullkomið handilsbann móti Føroyum og Íslandi neyvan sannlíkt. Men handilsbann móti makreli kemur uttan iva.