- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrisitingin eigur at fyrireika broytingar

- Broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap eiga at verða fyrireikaðar og viðgjørdar í fyrisitingini, har serfrøðin er.

Tað segði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, tá løgtingið í gjár viðgjørdi eitt uppskot til samtyktar um at seta grein 25 nevnd at gera fiskivinnunýskipan.

Uppskotið eiga andstøðuflokkarnir, sum skjóta upp, at løgtingið skal seta eina nevnd við umboðum fyri allar flokkar á tingi at gera uppskot til nýggja skipan fyri føroysku fiskivinnuna, ið skal vera galdandi frá 1. januar í 2018.

- Nú øll fiskiloyvi ganga út í 2018, er neyðugt, at nýggj skipan verður gjørd sum skjótast, soleiðis at fiskivinnan fær greið boð um framtíðar karmarnar, halda uppskotsstillararnir.

Jacob Vestergaard helt, at slík skipan fyrst og fremst eigur at verða viðgjørd í fyrisitingini, har serfrøðin er Hann segði seg vilja hava eina breiða viðgerð í løgtinginium av teimum broytingum, sum skulu fremjast í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Uppskotið til samtyktar frá Tjóðveldi, Framsókn og Javnaðarflokkinum varð beint til viðgerðar í Vinnunevndini.