Myllurnar eiga at tola 70 metrar um sekundið

Myllurnar eiga at tola 70 metrar um sekundið
Stjórin í Røkt hevur sagt, at SEV hevur ikki gjørt nóg góðar vindkanningar í Neshaga, men hesum vísir SEV-stjórin aftur
Ein vindmylla hjá SEV í Neshaga fór so illa í ódnarveðrinum herfyri, at hon verður neyvan gjørd aftur.

16.03.2012 - 08:50

Vindmyllurnar hjá Vestas eiga at tola 70 m/s. Kortini eru tvær myllur hjá SEV í Neshaga farnar í óveðri í vetur. Vestas leitar eftir orsøkini, men enn er eingin niðurstøða.

Tað sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Hann svarar stjóranum hjá kappingarneytanum, Røkt, sum hevur sagt við Vágaportalin, at SEV hevur ikki nóg góðar vindkanningar í Neshaga.

Hevði SEV betri vindkanningar, visti SEV meira um umstøðurnar í Neshaga, og so vóru óhappini neyvan hend, sigur Jóhann í Niðristovu, stjóri í Røkt, við Vágaportalin. Hann heldur, at SEV átti at slept ætlan sínari í Neshaga, har sum SEV ætlar at seta upp tríggjar myllur afturat. Røkt hevur tríggjar myllur oman fyri Vestmanna. Tær eru av sama slagi sum myllurnar hjá SEV. Seinasta óhappið hjá Røkt var í februar 2008.

- Vit gjørdu sera neyvar vindkanningar, áðrenn vit settu okkara myllur upp, og tí vita vit eisini, hvørjir veikleikarnir eru, sigur Jóhann í Niðristovu við Vágaportalin.

Hava gjørt kanningar

Hákun Djurhuus svarar aftur á heimasíðuni hjá SEV, at SEV gjørdi neyvar vindkanningar í Neshaga í langa tíð, áðrenn myllurnar vórðu settar upp har. Myllurnar hjá Vestas eru bygdar til at tola vindferð upp í 70 m/s. Hákun Djurhuus sigur, at týska fyritøkan Enercon, sum skal lata tríggjar myllur at seta upp á Eystnesi í Neshaga í summar, hevur fingið alt at vita um vindin í Neshaga og nógvu stormarnar og ódnirnar nú í vetur.

- Enercon hevur kortini ikki tikið nakað fyrivarni í avtaluni við okkum. Tvørturímóti hava vit fingið at vita, at vit kunnu kenna okkum trygg við at brúka myllurnar hjá teimum í Neshaga, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
Góðan morgun Føroyar
206789
Hósdag 9. apríl
Morgunlestur hósdagur 9.apríl 2026
206584
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647