- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Stórlop aftur í tíðina

Um tíggjutíðina fór Høgni Hoydal undir sína formannsfrágreiðing á flokstinginum í Fámjin. Han dróg samanum bæði søguligar hendingar, politiska støðan í landinum og hvussu flokkurin sjálvur hevur klára seg hesi seinastu árini.

Hann segði millum annað at flokkurin eigur at brúka
hetta flokstingið at spyrja seg sjálvan.

- Hvørjum samfelag og hvørjum virðum
skal Merkið flagga fyri í komandi tíðum? Hvar stendur tjóðveldisrørslan? Og
hvussu megna vit aftur at savna fólk kring landið alt um tey bjørtu mál og
hugsjónir, sum hava borið hetta landið og hesa tjóðina fram gjøgnum søguna og
nútíðina, spurdi Hoydal.

Hann legði afturat at neyðugt er at siga sum tað er, sum hann sær tað:

- Vit standa í eini sera, sera álvarsligari støðu sum land, sum tjóð, og
sum flokkur og politisk rørsla - ja, sum fólk í Føroyum.

- Eftir eitt ár, har tvey
val hava givið okkum dygg bjølgakøst - verður landið nú myndað av eini stjórn,
ið fremur knappligar og fólkaræðisliga óviðgjørdar grundvallarbroytingar í
samfelagnum. Eitt slag av kvettstøðu, har avgerðirnar hava djúptøknar
avleiðingar fyri allar núlivandi og komandi føroyingar. Og avgerðir, sum ganga
beint ímóti øllum tí, sum tjóðveldisrørslan byggir á og hevur barst fyri
gjøgnum ættarlið.

- Vitt eru so at siga farin
úr øskuni í eldin í føroyskum stjórnmálum. Í knøpp átta ár, hevur landsins stjórn
verið myndað av politiskari stillstøðu og naggatódn, har ongar avgerðir hava
verið tiknar - og alt hevur bara snúð seg um at sita við valdið og lata standa
til. Búskapurin hevur verið sleptur uppá fjall og eftir stokkutan hita við
ovurnýtslu og tilvildarligum marglæti, er stórt hall vundið uppá
landskassaroknskapin. Og stútt hevur verið roynt at niðursjóða allar neyðugar
nýskipanir og frambrot, segði Hoydal.

- Tað kennist sum landið
verður stýrt eftir einari kovboy-bók, har skotið verður fyrst og spurt aftaná.

Kringvarpið fylgir flokkstinginum og kemur við meir frá Fámjin.