- Tíðindi, mentan og ítróttur
So nógv fáa løgtingsfólkini í samsýning

Fyri at røkja starvið, sum fólkavalt umboð í løgtinginum,
fáa politikarar 35 túsund og 495 krónur um mánaðin. Árslønin er 426.000
krónur.

Aftrat hesari løn fáa tingfólk eitt árligt skattafrítt
kostnaðarendurgjald, grundað á reglurnar um endurgjald til tænastu- og
starvsmenn.

Skattafríu gjøldini eru ymisk eftir, hvar tingfólkini búgva,
men tey byggja á 100 ferðir aftur og fram við báti, 100 ferðir aftur og fram við
bili, og tímapening 10 tímar teir 100 dagarnar, suðuroyartingmenn fáa tó fullan
dagpening teir 100 dagarnar.

Sambært lógini verða 1/100 av kostnaðarendurgjaldinum drigin
frá fyri hvønn tingfund, tingfólk ikki møta. Og tingfólk møta væl upp, tí einans 60.000 krónur vórðu drignar frá í seinastu tingsetu.

Her eru kostnaðarendurgjøldini

Kostnaðarendurgjøldini, sum tingfólkini árliga fáa býtt yvir øki, eru:

Norðoyggjar 69.120 kr.Eysturoy 56.400 kr.Suðuroy: 50.000 kr.Vágoy 48.000 kr.Norðstreym 40.600 kr. Sandoy 39.600 kr.Suðurstreym 24.400 kr.

Annars er at siga um kostnaðarendurgjøldini, at:

Lógin ásetir, at tingfólk, sum búgva í Havn, hava ikki rætt
til kostnaðarendurgjald. Umframt
kostnaðarendurgjaldið fáa øll tingfólk 2000 krónur í samskiftisviðbót um
mánaðin.Sambært Løgtingsskrivstouni fáa tingfólk tilsamans um 2
milliónir krónur í kostnaðarendurgjaldið um árið.

Slóðir

Sí løgtingsl&o... við ásetingini um kostnaðarendurgjaldið

Tikið úr <a href="http://www.logting.fo/files/casestate/12227/128.11%20Alit%20samsyning%20... í Fíggjarnevndini, sum viðgjørdi uppskotið at endurskoða kostnaðarendurgjaldið.