- Tíðindi, mentan og ítróttur
Anfinn V. Hansen heldur fram sum reiðaraformaður

Anfinn V. Hansen heldur fram sum formaður í Reiðarafelagum fyri føroysk farmaskip.

Á aðalfundinum, sum var á grækarismessu, varð samtykt at víðka nevndina úr fimm upp í sjey nevndarlimir. Tí skuldu fimm nevndarlimir veljast.

Umframt teir tríggjar nevndarlimirnar, sum stóðu fyri vali, vórðu Hentzar Steimgrímsson og Jónas Sigmarsson valdir í nevndina.

Í nevndini sita nú: Rúni V. Poulsen, Gunnbjørn Joensen, Anfinn V. Hansen, Jens Meinhard Rasmussen, Kaj M. Petersen, Hentzar Steimgrímsson og Jónas Sigmarsson. Nevndin hevur skipað seg við Anfinni V. Hansen sum formanni. Jens Meinhard Rasmussen er næstformaður.