Framsókn: Færri sveiggj í búskapinum

Framsókn: Færri sveiggj í búskapinum
Framsókn heldur, at politisk stig eiga at verða tikin, sum avmarka stóru sveiggini. Flokkurin eftirlýsir politikk, sum gongur ímóti konjukturinum
Janus Rein og Poul Michelsen í Framsókn vilja hava ein konjuktur-mótgangandi fíggjarpolitikk, sum avmarkar sveiggini í búskapinum.

19.03.2012 - 15:35

Framsókn hevur skotið upp at heita á landsstyrið um at leggja fram lógaruppskot um konjuktur-mótgangandi fíggjarpolitikk.

Framsókn sigur, at seinastu mongu árini hava verið óneyðuga stór sveiggj í føroyska búskapinum, sum hava havt neilig árin á borgaran og vinnuna. Orsøkin er, at politiska skipanin megnar ikki at standa ímóti ynskjum og krøvum um størri útreiðslur í almenna geiranum í góðum tíðum, sigur flokkurin.

Tá konjuktururin og harvið skattainntøkurnar eru yvir miðal, verður nýtslan sett eftir hesum. Tá konjuktururin kemur niður aftur í miðal ella niðurum, er neyðugt at skerja almennu nýtsluna. Avleiðingin er, at almenna nýtslan er við til at økja sveiggini soleiðis, at í góðum tíðum verður búskapurin ov heitur, har vandi er fyri inflasjón, og vit missa kappingarevni.

Í niðurgangstíðum verður spart, og skerjingarnir raka bæði starvsfólk hjá tí almenna og borgarar, sum fáa tænastur frá tí almenna.

Nógvur peningur at spara

Framsókn vísir á eitt konjuktur-mótgangandi modell, har nýtslan næsta árið er ein samanseting av inntøkum, sum hava verið trý ár frammanundan. Í 2007 var nýtslan 4 milliardir krónur og 4,5 milliardir 2008. Men modellið hevði tryggjað, at nýtslan var á leið hálva millard krónur minni, og frá 2006 til 2008 hevði borið til at spart 1,3 milliardir, sigur Framsókn.

Uppskotið kemur til fyrstu viðgerð í tinginum friggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776