Vilja hava meiri úr Samhaldsfasta alt fyri eitt

Vilja hava meiri úr Samhaldsfasta alt fyri eitt
Landsfelagið hjá pensjónistunum sigur, at inntøkan hjá pensjónistum er undir fátækramarkinum hjá OECD
Landsfelagið hjá pensjónistum vil hava útgjaldið úr Samhaldsfata hækkað beinan vegin

20.03.2012 - 14:35

Landsfelag Pensjónista hevur heitt á landsstýrið og løgtingið um at hækka inntøkuna hjá lágløntum pensjónistum beinan vegin.

Felagið sigur, at inntøkan hjá nógvum fólkapensjónistum í Føroyum er ov lág og liggur undir fátækramarkinum hjá OECD. Sambært Hagstovuni lá inntøkan í 2009 - nettofólkapensjón og Samhaldsfasti - hjá gott 41 prosentum av fólkapensjónistum undir OECD-markinum, sigur felagið.

At fólkapensjónistar hava inntøku, ið liggur undir fátækramarkinum, merkir, at  teir hava ikki ráð at keypa vanligar gerandisvørur og tænastur sum onnur í samfelagnum.

Landsfelagið hjá pensjónistunum sigur, at útrokningar hjá danska skattamálaráðnum vísa, at tøka inntøkan hjá teimum, sum fáa minstu pensjón í Danmark, er hægri eftir skatt enn hjá teimum, sum bert hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av.  Føroyski pensjónisturin fær 660 krónur færri um mánaðin.

Til tess at bøta um støðuna mælir Landsfelag Pensjónista til at hækka útgjaldið úr Samhaldsfasta 1.000 krónur um mánaðin alt fyri eitt.

Fundur var um málið við formenninar í politisku flokkunum í gjár, og Landsfelagið sigur, at rímilig semja tykist vera um, at útgjaldið úr Samhaldsfasta eigur at verða hækkað munandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873