- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sendistovan fær nógvar fyrispurningar frá vinnuni

Føroyska sendistovan í London avgreiddi knappliga 130 fyrispurningar og ráðgevingar í fjør og fyrraárið.

Sambært virksemiskunning hjá sendistovuni í London um trý tey fyrstu árinii, vóru 94 fyrispurningar og ráðgevingar frá september í 2008 til september 2009. Frá 2009 til 2010 vaks talið upp í 128, og frá 2010 til 2011 var tað 125.

Sendistovan fær millum annað nógvar fyrispurningar frá vinnuni í Føroyum.

Løgmaður hevur gjørt av at lata sendistovuna í London aftur og flyta virksemi hennara til Brússel. Hetta verður gjørt fyri at spara tvær milliónir krónur á Løgmansskrivstovuni, sum umsitur uttanríkismál.

Politikarar bæði í andstøðu og í samgongu fýlast á, at løgmaður ikki ráðførdi seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum fyrst. Uttanlandsnevndin fer fyrrapartin at taka støðu til, um hon skal senda boð eftir løgmanni fyri at spyrja hann um sendistovuna í London.

Sambært stýrisskipanarlógini skal landsstýrið ráðføra seg við Uttanlandsnevndina, áðrenn avgerðir verða tiknar um mál, sum hava stóran uttanlandspolitiskan týdning.

Løgmaður heldur ikki, at tað hevur stóran uttanríkispolitiskan týdning at lata eina sendistovu aftur.