- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landskassin skal læna 140 mió. kr.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur biðið landsstýrið um heimild at læna 140 milliónir kr., til tess at tryggja landskassanum gjaldføri í ár.

Metta hallið á fíggjarlógini í ár er 365 milliónir krónur. Men Landsbankin heldur, at lánitørvurin er einans 140 milliónir, tí úrslitið fyri 2011 verður í minsta lagi 146 milliónir krónur betri enn mett, tá lánsheimild at fíggja landskassahallið fyri í fjør var fingin til vega.

Harumframt vísir tað seg, at gjaldførið í Landsbankanum væntandi verður 80 milliónir krónur størri enn tað, sum lógin krevur skal standa í bankanum.

Men brævalán falla til gjaldingar seinni í ár, og tí er neyðugt at læna 916 milliónir krónur til avdrátt og at gjalda aftur lán, sum falla til gjaldingar í juni, upplýsir Fíggjarmálaráðið.

Brævalánið, sum fellur til gjaldingar í summar, var upprunaliga 1,9 milliardir krónur. Ein milliard varð lænt í fjør, og 900 milliónir krónur eru eftir av lánsheimildini.

Uppskotið frá Jørgeni Niclasen var til fyrstu viðgerð í tinginum seinnapartin, og tað er nú farið í fíggjarnevndina.