- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útlendingamál á føroyskar hendur 1. januar

Útlendingamál verða yvirtikin á nýggjárinum. Tað sigur Sjálvstýrisflokkurin, sum hevði landsfund í vikuni.

Landsstýrismaður og formaður floksins, Kári P. Højgaard, umsitur útlendingamál í landsstýrinum.

Í landsfundarsamtyktini hjá flokkinum stendur, at nú samráðingarnar um at yvirtaka útlendingamál eru komnar so langt ávegis, at komið verður á mál í ár, væntar Sjálvstýrisflokkurin, at uppskot um yvirtøkuna verður borið í løgtingið í heyst. Yvirtøkan skal fremjast 1.januar 2013.

Men treytin er, at tríggjar milliónir krónur verða játtaðar til málsøkið aftur at teimum 2,2 milliónunum, sum Útlendingastovan hevur nú. Í samgonguskjalinum stendur bara, at útlendingamál verða yvirtikin. Eingin dagfesting er sett á yvirtøkuna.

Aftur í hesari tingsetuni er annars longu komið eitt uppskot um at yvirtaka útlendingamál og marknaeftirlit 1.januar í 2013. Tjóðveldi eigur tað uppskotið.