- Tíðindi, mentan og ítróttur
Javnt við Margáir

Við Margáir fingu EB/Streymur og KÍ hvør sítt stig í einum dysti, sum endaði 1-1. Arnbjørn Hansen legði heimaliðið á odda við máli beint fyri hálvleik, meðan KÍ kom afturíaftur við máli í seinna hálvleiki, sum Andy Olsen skeyt.

- Vit kunnu ikki vera nøgdir við bert eitt stig á heimavølli móti KÍ, segði Heðin Askham, venjari hjá sundalagsliðnum aftan á dystin.

Á Vágseiði tók TB ímóti Víkingi. Hóast heimaliðið var væl við, sást at TB manglar royndir í bestu deildini. Víkingur vann dystin 2-0. Atli Gregeren legði gestirnar á odda tíðliga í seinna hálvleiki við brotssparki. Bárður Hansen skeyt seinna málið fyri Víking, tá ið eitt korter var farið av seinna hálvleiki. Dysturin á Vágseiði millum TB og Víking endaði 0-2.

Í Fuglafirði var dystur ímillum ÍF og NSÍ. Tað vóru ikki nógvir møguleikar í dystinum, og sum heild varð tað ein illa skipaður dystur, har spælið til tíðir gjørdist ógvuliga rótut, sambært heimildarmanni kringvarpsins. Liðini fingu hvør sítt mál miðskeiðis í seinna hálvleiki. Jan Martin Mortensen legði NSÍ á odda, men heimaliðið svaraði aftur beinanvegin við máli frá Bartali Eliasen. Í seinasta minuttinum fingu fuglfirðingar enn eitt mál. Málskjútti var Simon Skibsted og harvið tryggjaði hann ÍF 3 stig í fyrsta umfarinum í Effodeildini.