- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pál bjargaði donsku OL-vónini

Takkað verið Pál Joensen, svam danska stafettliðið eitt lítið hálvt sekund skjótari enn kravtíðin í 4 x 200 metur frí til Olympisku leikirnar í London.

Tað skrivar Svimjisamband Føroya á síni heimasíðu, www.svimjing.com

Leingi var líkt til, at Pál Joensen og hinir tríggir donsku svimjararnir ikki fór at megna kravtíðina, tá teir svumu á Danish Open 2012

Teir báðir fyrstu svimjarnir, Mads Glæsner og
Daniel Skaaning, løgdu hvør í sínum lagi ov hart út, og mistu tíð seinastu
metrarnar.

Triði svimjarin, Anders Lie megnaði at halda ta
tíð, hann svam dagin fyri.

Seinasti svimjarin, Pál Joensen, svam 200
metrarnar skjótast ? 1:47:79 ? meir enn eitt sekund skjótari, enn
hann svam dagin fyri.

Samlaða úrslitið gjørdist, 7:15:38 .

Enn er ikki endaliga avgjørt, at Pál Joensen og
hinir tríggir sleppa at umboða Danmark á Olympisku Leikunum í London í summar í
4 ferðir 200 metur frí.

Tí kvota er á, hvussu nógv lið sleppa við, og enn
er møguleiki hjá øðrum liðum at sláa tíðina hjá teimum fýra.

Magnus Jákupsson megnaði í gjár at svimja seg
víðari til finalu í 100 metra firvaldasvimjing, eftir at hann í hálvfinaluni í
gjár setti nýtt føroyskt met og juniormet við tíðini 55.47 sekund. Hann átti
sjálvur metini, á 56.20 frá evropeisku juniormeistarastevnuni í Beograd í
fjør.

Klokkan hálvgum seks í dag svimur Magnus Jákupsson
í finaluni 200 metur rygg.

Klokkan hálvgum sjeyð svimur hann finalu í hundrað
metur firvald.

Nakrar minuttir seinni skal Pál Joensen í hylin.
Hann svimir 1500 metur frí.