- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvey uppskot um at yvirtaka loftrúmið

Løgtingið fer í morgin at viðgera tvey uppskot um at yvirtaka loftrúmið.

Tjóðveldi skjýtur upp, at føroyska loftrúmið innan fyri 200 fjórðingar kemur á føroyskar hendur 1. januar.

Framsókn vil hava landsstýrið um at samráðast við ríkisstjórnina um at yvirtaka loftrúmið, og at leggja uppskot fyri tingið um at skipa føroyskt eftirlit við loftrúminum.

Tjóðveldi sigur í viðmerkingunum til sítt lógaruppskot, at Danmark tykist als ikki at hugsa um føroysk áhugamál, ella at hava nakra ætlan um leiklut Føroya í samráðingunum, sum hava verið um loftrúmið, síðani radarin á Sornfelli varð sløktur. Og danski ráðharrin á økinum hevur ikki kunnað upplýst, hvussu nógv flogfør fara gjøgnum føroyska loftrúmið um árið, ella hvat gjalda.

- Vit kunnu eins væl sjálvi taka ræði á økinum, og síðani hava okkara egna leiklut við samráðingarborðið, sigur Tjóðveldi.

Tjóðveldi hevur varisliga mett, at umleið 74.000 flogfør fara gjøgnum føroyskt loftrúm um árið. Verður eindarkostnaðurin í Evropa nýttur sum grundarlag, er eingin trupulleiki at fíggja egna umsiting av loftrúminum. Inntøkurnar verða samstundis týðandi fíggjargrundarlag undir íløguni í ein framtíðar flogvøll í Føroyum, sigur flokkurin.

50-100 arbeiðspláss

Framsókn sigur, at við at yvirtaka loftrúmið kunnu skapast 50-100 nýggj, vitanartung arbeiðspláss í Føroyum.

Ísland umsitur loftrúmið fyri Danmark. Fyri hvørt flogfar, ið flýgur yvir Føroyum, fáa Ísland og Danmark eitt ávíst gjald. Tess tyngri, flogfarið er, tess størri er gjaldið.

Føroyar liggja á eystur-vestur rutukervinum hjá stórum flogfeløgum, sum flúgva millum Norðuramerika og Evropa/Miðeystur. Eisini gongur flogferðsla úr Vesturevropa til vestara part av Norðuramerika gjøgnum føroyskt loftrúm. Talan er sostatt um nógva og tunga flogferðslu yvir Føroyum og stórar inntøkur til íslendingar og danir.

Verða umsitingin av loftrúminum yvirtikin, kunnu hesar inntøkur verða við til at menna føroyska flogvinnuøkið, skapa avleitt virksemi og fleiri arbeiðspláss í Føroyum, sigur Framsókn.