- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kári P. Højgaard á Svalbard

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, er í hesum døgum á Svalbard, har norðurlendsku umhvørvisráðharrarnir hava fund

Útlát av CO2 og øðrum evnafrøðiligum evnum, sum varð latin í lofthavið, eru millum málini, ið eru til umrøðu á fundinum á Svalbard.

Av tí at Norðurlond liggja tætt við arktiska økið, er tað umráðandi, at Norðurlond standa saman um at minka um útlát av sóti og øðrum bitlum í atmosferuna. Tí arbeiða Norðurlond nú við eini felags yvirlýsing um, hvussu minkast kann um útlátini, ið gera stóran skaða á arktiska økið, skrivar innanríkisráðið í tíðindaskrivi.

Eisini í Grønlandi

Í farnu viku var Kári P. Højgaard á fundi í Ilulisat í Grønlandi, har ein kommunuráðstevna varð hildin. Grønlendski starvsfelagin, Anton Frederiksen, hevði boðið Kára P. Højgaard til Grønlands at greiða frá kommunalum viðurskiftum í Føroyum.

Í 2009 vórðu tær 18 grønlendsku kommununar lagdar saman í fýra kommunur, samstundis sum fleiri uppgávur vórðu fluttar frá Sjálvstýrinum til kommunurnar at umsita.

Umframt føroyska landsstýrismannin, greiddu eisini Ögmundur Jónasson, íslendskur innanríkismálaráðharri, og umboð fyri danska fíggjarmálaráðið frá kommunalum viðurskiftum.