Landsstýrið samt um játtanarkarmin

Landsstýrið samt um játtanarkarmin
Uppskotið verður lagt fram fríggjadagin, men sum skilst er ikki semja um íløguætlanina, ið verður løgd fram saman við játtanarkarminum
Landsstýrið er samt um játtanarkarmin, men sum skilst er ikki semja um langtíðar íløguætlanina

28.03.2012 - 15:08

Tað er eitt samt landsstýri, sum hesaferð hevur latið løgtinginum uppskot um játtanarkarmar fyri næsta ár.

Allir fýra samgonguflokkarnir taka undir við karminum. Flokkarnir taka eisini undir við Rakstrar- og Løgu Úrslitinum fram til 2016, tá hallið á fíggjarlógini skal verða burtur.

Men semja er ikki í samgonguni um øll tiltøkini, sum neyðug eru at fremja, fyri at fáa hallið burtur í 2016. Tí eru karmarnir næstu árini ikki neyvt útgreinaðir, men tað stendur í uppskotinum, hvussu nógv aðalráðini skulu spara.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur latið løgtinginum uppskotið um játtanarkarmin fyri 2013, men hann vil einki siga um, hvat stendur í uppskotinum.

Frágeiðing og íløguætlan

Saman við uppskotinum um játtanarkarm fyri 2013 fylgir eisini ein frágreiðing um búskaparstøðuna, og ein ætlan fyri næstu fimm árini, sum játtanarlógin krevur.

Saman við uppskotinum um játtanarkarmin er harumframt ein langtíðar íløguætlan.

Landsstýrið hevur raðfest íløgurnar, og fríggjadagin verður greitt, hvussu íløgurnar hjá landsstýrinum verða skipaðar næstu 12 árini, frá 2013 til 2024. Sum útvarpið hevur frætt, er ikki full semja í samgonguni um hesa íløguætlan.

Játtanarlógin ásetir, at uppskotið um karmar skal leggjast fram fyri 1. apríl, men av tí at eingin tingfundur er í dymbildagavikuni, verður uppskotið lagt fram nú fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804