Trotabúgv stevnir føroyingum eftir pengum

Trotabúgv stevnir føroyingum eftir pengum
Trotabúgvið eftir týska íløgufelagið Phoenix heldur seg hava eina góða sak, tí dómar eru frammanundan feldir í málum móti donskum íleggjarum
Tey, sum eru stevnd, hava seks vikur at taka støðu til, um tey vilja hava semju, ella málið skal enda við dómi í Føroya rætti.

28.03.2012 - 15:47

Føroyingarnir, sum trotabúgvið eftir týska íløgufelagið Phoenix hevur stevnt, fingu í gjár seks vikur til gera av, um tey vilja enda málið við semju og góðtaka kravið í stevningini.

Hjá teimum, sum ikki gera tað, heldur málið fram í Føroya rætti og endar við dómi.

Trotabúgvið heldur seg hava eina góða sak, eftir at Eystari landsrættur hevur felt dómar í málum móti donskum íleggjarum í Phoenix. Og tað var enntá fimta deild - hon sum plagar at vera í Føroyum - sum segði hesar dómar. Fimta deild hjá Eystara landsrætti fer tí neyvan at døma øðrvísi í føroyskum málum.

Bæði einstaklingar og feløg

Trotabúgvið hevur stevnt 13 smápartafeløgum, partafeløgum og einstaklingum í Føroyum eftir pengum, sum tey, sambært stevningini, av órøttum fingu frá týska felagnum, tí talan var um fiktivar pengar - pengar, sum í veruleikanum ikki vóru til.

Tað eru pengar, sum fólk og feløg fingu umframt tað, sum tey settu í Phoenix. Trotabúgvið stevnir fyri at fáa pengar til øll hini, sum einki tóku av sínum kontum í Phoenix, og mistu tað, tey settu í íløgufelagið.

Fremsta málið hjá einum trotabúgvi er at fáa sum flestar pengar at býta millum kreditorarnar hjá tí, sum fór á heysin.

Virksemið hjá Phoenix Kapitaldienst varð avdúkað í 2005, eftir at stovnarin árið fyri doyði í einari flogvanlukku. Phoenix fekk millum annað nógvar føroyingar at seta pengar í felagið við tí endamáli, at pengarnar fóru til íløgur, sum so skuldu geva teimum, sum settu í, avkast. Og fólk og feløg fingu eisini pengar aftur frá Phoenix. Men tað vóru pengar hjá nýggjum íleggjarum, sum gomlu íleggjarnir fingu.

Lægri innskjótaratrygd

Trotabúgvið roynir nú at fáa teir pengar aftur, sum fólk og feløg fingu umframt tað, sum tey settu í Phoenix. Tí sambært trotabúnum høvdu tey ongan rætt til at fáa hesar pengarnar.

Málini verða avgreidd eftir týskum rætti. Í Týsklandi er trygdargrunnurin hjá innskjótarum ikki so stórtøkin sum í danska ríkinum, har sum grunnurin letur upp til 750.000 kr. av missinum. Í Týsklandi er trygdin bara 150.000 kr.

Sambært týskum rætti ber til at fara fýra ár aftureftir frá húsaganginum, so stevningarnar umfata árini 2001 til 2005.

Krøvini móti stevndu føroyingunum, sum settu pengar í Phoenix Kapitaldienst, eru úr 50.000 krónum upp ímóti milliónini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167