Bjørn Kalsø upp í málið um útbjóðingina

Bjørn Kalsø upp í málið um útbjóðingina
Landsstýrismaðurin í mentamálum fer at hava fund við Landsverk í morgin. Handverksmeistarar siga, at einki skil er á útbjóðingartilfarinum
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fer nú upp í málið um útbjóðingartilfarið í sambandi við Marknagilsdepilin.

29.03.2012 - 19:18

Málið um útbjóðingartilfarið til skúladepilin í Marknagili, ið handverksvinnan skírir at vera ógreitt og torskilt, er nú endað á borðinum hjá landsstýrismanninum í mentamálum.

Bjørn Kalsø hevur biðið um fund við Landsverk, eftir hvøssu atfinningarnar frá Føroya Handverksmeistarafelag móti útbjóðingartilfarinum í Føroya størstu byggiætlan.

Føroya Handverksmeistarafelag, ið umboðar flestu fyritøkurnar, sum hava fingið undagóðkenning at bjóða uppá arbeiðið, mælir myndugleikunum til at steðga á og endurskoða og rætta útboðstilfarið.

Felagið er av tí fatan, at sum heild er útbjóðingartilfarið ikki gjørt sambært galdandi siðvenju innan økið, og kann í fleiri førum ikki kallast eitt detailprosjekt eftir vanligum føroyskum standardi.

Niðurstøðan í skrivinum frá Føroya Handverksmeistarafelag er greið. Marknagilsverkælanin er ikki klár, nú arbeiðið at byggja hana verður boðið út. Hetta ger tað ógjørligt hjá teimum, ið skulu bjóða uppá arbeiðið, at koma við einum skikkaðum boði.

Tí má freistin at bjóða uppá arbeiðið leingjast, sigur Handverksmeistarafelagið.

Tilsamans 21 fyritøkur fingu herfyri undangóðkenning til at bjóða uppá arbeiðið. Landsverk ætlar, at lisitatiónin skal haldast í apríl mánaði.

Fundurin millum Bjørn Kalsø, landsstýrismann, og Landsverk verður í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776