Vænta 19 mió. kr. í avlopi í 2016

Vænta 19 mió. kr. í avlopi í 2016
Hall verður á fíggjarlógini í nøkur ár afturat, men í 2016 vendir gongdin, væntar Fíggjarmálaráðið
Hallið á fíggjarlógini minkar næstu árini, men í 2016 væntar Fíggjarmálaráðið, at gongdin vendir, og tá verða 19 milliónir kr. í avlopi

30.03.2012 - 16:44

Landskassin fer at hava hall í nøkur ár afturat, men halda metingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum, verða 19 milliónir krónur í avlopi í 2016, og í 2017 verður avlopið 74 milliónir kr.

Tað verður upplýst í uppskotinum til játtanarkarmar fyri 2013, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt fyri tingið.

Í ár verður hallið á fíggjarlógini 365 milliónir krónur. Næsta ár verður undirskotið 250 milliónir, og í 2015 er hallið komið niður á 83 milliónir krónur. Men síðani vendir gongdin, og árið eftir verður avlop.

Til tess at fáa avlop aftur á fíggjarlógina er neyðugt at fremja stórar nýskipanir í amenna bygnaðinum næstu fimm árini, sigur Jørgen Niclasen, og hetta er galdandi fyri bæði inntøku- og útreiðslusíðuna. Harumframt verður neyðugt við rasjonaliseringum og samanleggingum í almenna geiranum.

Næsta ár fer tað kosta 4,4 milliardir krónur at reka føroyska samfelagið, og íløgur verða gjørdar fyri 300 milliónir krónur, ella tilsamans 4,7 milliardir. Inntøkurnar verða mettar til slakar 4,5 milliard krónur. Tí verður hallið á fíggjarlógini næsta ár 250 milliónir kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558