- Tíðindi, mentan og ítróttur
Játtanarkarmurin til 1. viðgerð í dag

Í dag klokkan ellivu fer løgtingið at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um játtanarkarmin fyri 2013. Landsstýrið ætlar millum annað at hækka pensjónsaldurin og lækka rentustuðulin til sethúsalán. Sambært uppskotinum verður hallið í fíggjarlógini næsta ár 250 mió. kr.

Størsta íløgan er skúladepilin í Marknagili, og íløgur verða eisini gjørdar í sjúkrahúsverkinum og í bústovnar. Sandoyartunnilin er útsettur, og landsstýrið fer ikki í holt við Skálafjarðartunnilin í almennum høpi. Tunnil til Viðareiðis er raðfestur fremst hjá landsstýrinum, tí tann leiðin verður mett at vera vandamiklast. Og nýggja havrannsóknarskipið er útsett til 2017.

Landsstýrið ætlar at leggja stovnar saman fyri at fáa bíligari rakstur. Mest eyðsýnda samanleggingin er Hagstovan, Landsbankin og Gjaldstovan.

Ikki bara í andstøðuni eru atfinningarnar móti ætlanum landsstýrisins. Formaðurin í Miðflokkinum, sum er í samgonguni, hevur boðað frá, at hann fer úr samgonguni fyrst í mai, um játtanarkarmurin ikki er vorðin meira sosialur, tá hann kemur úr Fíggjarnevndini.