- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aksel rýmdur á borgina

Aksel Johannesen, formaður í javnaðarflokkinum, hevur tikið sætið á fólkatingi fyri Sjúrða Skaale, sum er í farloyvi. Eitt sindur undarligt, at Aksel tekur við hesi uppgávu á danatingi, tí hann er formaður í andstøðuflokki, sum hevur funnist hvassliga at fíggjarkarmunum, sum samgongan hevur lagt fram.

Tað sømir ikki formanninum í javnaðarflokkinum, at hann er burtur, tá málið um fíggjarkarmarnar er til viðgerðar í tinginum. Hann hevur sjálvur ført fram, at samgongan skeiklar samfelagið við sínum ætlaða politikki, men helst hevur formaðurin í javnaðarflokkinum lagt kongin, tí hann hevur biðið løgtingið um farloyvið.

Annars eru játtanarkarmarnir í júst fíggjarnevndini hjá løgtinginum, har Aksel Johannesen er annað umboðið hjá javnaðarflokkinum. Tá álitið er skrivað, skulu karmarnir til 2. og 3. viðgerð, men tað verður uttan formannin í javnaðarflokkinum, tí hann roynir seg í donskum politikki.