- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar rýma av landinum

1. februar 2012 var fólkatalið 48.278, tað er 214 fólk færri enn 1. februar 2011. Í hesum tíðarskeiði vórðu 585 børn fødd, og 366 fólk doyðu. Burðaravlopið var 219. Samstundis fluttu 1.692 fólk av landinum, meðan 1.259 fluttu til Føroyar. Hetta gevur eina nettoflyting av landinum uppá 433 fólk.

Fólkatalið minkaði í 23 kommunum, vaks í 6 kommunum og var óbroytt í einari kommunu.

Størsti vøksturin við 31 fólkum var í Vága Kommunu. Hetta kemst av stórum burðaravlopið og tilflyting.

Fólkavøksturin í Klaksvíkar Kommunu svarar á leið til minkingina í hinum kommununum í Norðoyggjum. Tað er flytingin, sum ger henda munin, tí burðaravlopið í Klaksvík er lítið og onki.

Størsta minkingin í fólkatalinum var í Tórshavnar, Nes, Fuglafjarðar, Runavíkar, Sands, Sørvágs og Sumbiar kommunum, og er tað serliga stóra nettofráflytingin, ið ger munin.

Lutfalsliga var størsta minkingin í Húsa, Kunoyar og Sumbiar kommunum.