Víkingur aftur oddalið

Víkingur aftur oddalið
Trý oddalið vóru undan dagsins umfari í Effo-deildini, men bara Víkingur megnaði at vinna sín dyst, og harvið er liðið aftur einsamalt á odda
Víkingur er oddalið í Effodeildini

21.04.2012 - 18:17

Toppdystur var í Fuglafirði í dag, har tvey av oddaliðunum, ÍF og Víkingur, hittust. Víkingur vann dystin 2-1. Joseph Bassene og Hjartvard Hansen skoraðu málini hjá Víkingi, meðan Høgni Zachariassen skeyt málið hjá ÍF.

Í Gundadali var Leif Niclasen dagsins maður hjá EB/Streymi, tí hann skoraði bæði málini hjá sundalagsmonnum. Jonas Flindt Rasmussen minkaði um munin fyri B36.

Hetta hevur við sær, at Víkingur nú liggur á odda í deildini við 13 stigum. HB er nummar tvey við 11 stigum, meðan ÍF og B36 verða standandi á 10 stigum.

Í Vági vann B68 1-0 móti FC Suðuroy við máli, sum Christian Høgni Jacobsen skoraði, tá ein góður tími var spældur. Í Runavík vann HB 4-2 móti NSÍ aftan á at hava verið aftan fyri 2-0 í hálvleikinum. HB brendi tvey brotsspark, men megnaði kortini at koma afturíaftur og vann dystin við tveimum málum.

Seinasti dysturin í fimta umfari varð spældur í Klaksvík millum KÍ og TB. Tann dysturin endaði við málleysum javnleiki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta í Vágs kirkju
207283
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227