- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjórin í Havn ynskir marghøll

Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, heitir á býráðið um at taka støðu til at gera eina marghøll niðan mót Villingadali.

- Høvuðsstaðurin
og landið alt manglar stórhøll ? eina innandura multiarena ? til alskyns tiltøk
við nógvum áskoðaraplássum. Tórshavnar kommuna eigur at ganga á odda at útvega
Føroyum eina slíka stórhøll, skrivar Heðin Mortensen í tíðindaskrivi.

Hann heldur, at býráðið eigur at kanna ymiskar møguleikar at fáa fígging frá almennum og privatum grunnum í Føroyum og uttanlands.

Stórhøllin
skal hava fótbóltsvøll bæði til kappingardystir, landsdystir og venjing.
Stórhøllin skal harumframt kunna veita umstøður til aðrar ítróttagreinir, til
finalur og til størri altjóða kappingar.

Býráðið arbeiddi í 2004 og 2005 við eini ætlan um
at gera fótbóltshøll niðan móti Villingardali. Ætlanin var tó fyribils slept,
m.a. tí at fleiri líknandi verkætlanir vóru í umbúna kring landið.

- Borgarstjórin ynskir, at býráðið tekur støðu til at gera eina størri høll við
fleiri brúksmøguleikum heldur enn bert vanliga fótbóltshøll, og at henda verður
bygd á sama stað, sum ætlanin var at byggja fótbóltshøllina, stendur í skrivinum.

Stórhøllin skal vera fyri allar føroyingar. Tí eigur býráðið at kanna
ymiskar møguleikar at fáa fígging frá almennum og privatum grunnum í Føroyum og
uttanlands.

Borgarstjórin mælir býráðnum til at samtykkja, at málið verður beint í
mentamálanevndina at viðgera innihaldsliga partin, og í fíggjarnevndina at útvega
fígging, herundir eisini at kanna møguleika fyri fígging úr almennum og
privatum grunnum í Føroyum og uttanlands.

Málið kemur fyri á býráðsfundi nú mikudagin 2. mei.