Byggilógin verður útsett

Byggilógin verður útsett
Byggilógin, sum millum annað skal herða krøvini til bygging, verður útsett til næsta ár, heldur meirilutin í rættarnevndini
Tilvildarlig arkivmynd

30.04.2012 - 10:12

Byggilógin kemur ikki í gildi 1.september í ár, sum landsstýrið ætlaði, men 1.apríl næsta ár.

Meirilutin í Rættarnevndini mælir til at útseta lógina, so kommunurnar fáa høvi til at fyrireika seg.

Meirilutin mælir eisini til, at landsstýrismaðurin í innlendismálum í seinasta lagi 1.apríl 2015 gevur løgtinginum frágreiðing um, hvussu lógin virkar, og kemur við uppskotum um møguligar broytingar.

Hetta ger meirilutin, tí nógv, sum eru hoyrd um lógaruppskotið, hava víst á ivamál.

Javnaðarmenninir í Rættarnevndini, Kristin Michelsen og Gerhard Lognberg, mæla frá at samtykkja byggilógina.

Teir siga, at serkøn fólk vísa á, at millum annað sethúsabygging fer at kosta 25-30% meira, um lógin kemur í gildi.

Páll á Reynatúgvu í Tjóðveldi sigur í álitinum, at hann tekur støðu í tingsalinum.

Byggilógin ásetur reglur um bygging í Føroyum, millum annað krøv um dygd, trygd, bjálving og, at atlit verða tikin til heilsu og umhvørvi, tá bygt verður.

Eingin landsbyggireglugerð ella landsbyggikunngerð er galdandi í Føroyum.

Nýggja lógin gevur Innlendismálaráðnum heimild at gera kunngerðir um bygging.

Byggilógin hevur verið í tinginum fyrr, men datt málið burtur. Eftir løgtingsvalið í fjør heyst kom uppskotið aftur í tingið úr Innlendismálaráðnum.

Rættarnevndin hevur skrivað álit og onnur viðgerð er á tingfundinum í dag.

Innlendismálaráðið tekur undir við, at lógin kemur ikki í gildi fyrr enn 1.apríl næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959