- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin bót fyri oljudálking

Reiðaríið, sum
eigur portugisiska trolararan, Aveirense, ið rendi á Vestaru Vág hósmorgunin,
sleppur undan at rinda bót fyri umfatandi oljudálkingina í síðstu viku.

Skipaeftirlitið,
sum hevur verið umborð, hevur staðfest, at eitt brek á motorinum gjørdi, at
umstýringin ikki virkaði, og tí bakkaði trolarin á íshavnina.

Vanligt er, at reiðaríið
fær eina bót, um skipið er orsøk til oljudálking; men í lógini er eitt undantak,
sum sigur, at reiðaríið sleppur undan, um
talan er um eitt brek á útgerðini, sum ikki stavar frá vantandi viðlíkahaldi.
Og so er mett í hesum føri. Tað sigur Suni Petersen, deildarstjóri á
Umhvørvisstovuni.

Reiðaríið sleppur
kortini ikki heilt undan at rinda. Tað fær væntandi eina rokning frá Tórshavnar
kommuna fyri uppruddingararbeiðið.

Enn er ikki
staðfest, hvussu nógvir litrar av hydrauliskari olju endaðu á sjónum millum Vestaru
Vág og bátahylin á Argjum.

Men bæði á
Umhvørvisstovuni og í umsitingini hjá Tórshavnar Kommunu eru tey samd um, at
talan er um eina tí ógvusligastu oljudálkingina í nýggjari tíð.

Olja sprændi úr
tanganum í ein hálvan tíma, áðrenn tað eydnast at loka fyri.

Bara inni í bátahylinum á Argjum tók Tórshavnar Sløkkilið okkurt um tvey tons av hydailiskari olju.

Eitt skifti óttaðust fólk, at oljan fór at raka við aliringarnar á Glyvursnesi; men hon náddi ongantíð so langt.