- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísland: Meirilutin ímóti ES-limaskapi

Bara knappliga 28 prosent av fólkinum í Íslandi vilja, at Ísland gerst limur í ES.

54 prosent vilja ikki hava Ísland í ES, og 19 prosent hava onga støðu til spurningin.

Tað vísir ein veljarakanning, sum Rúnar Vilhjálmsson, professari í samfelagsfrøði á Universitetinum í Reykjavík, hevur gjørt.

Eisini millum veljarar hjá flokkinum Tey Vinstru grønu, sum er í ríkisstjórnini, er stórur meiriluti móti limaskapi.

Flokkurin gjørdi semju við hin stjórnarflokkin, Samfylkingina, um at fara undir samráðingar við ES um limaskap.

Hjá veljarunum hjá Samfylkingini er meiriluti fyri limaskapi.

Millum annað støðan hjá ES í makrelmálinum ger, at undirtøkan fyri ES-limaskapi er so lítil í Íslandi.

Men búskaparliga kreppan, sum ES er í, ræðir eisini nógvar íslendingar.

Bera samráðingarnar millum ES og íslendsku stjórnina um limaskap á mál, verður fólkaatkvøða í Íslandi um úrslitið.