- Tíðindi, mentan og ítróttur
463 fleiri fluttu av landinum enn til Føroya

Fólkatalið í Føroyum minkar framvegis.

Tann 1.mars í ár vóru 245 færri fólk í Føroyum enn 1.mars í fjør. Orsøkin er, at nógv fleiri flyta av landinum enn til landið, tí burðaravlopið er positivt. Frá 1.mars í fjør til 1.mars í ár vórðu fødd 576 børn, og 358 fólk doyðu. Burðaravlopið er tí 218 fólk.

Men samstundis fluttu 463 fleiri fólk úr Føroyum enn til Føroya, upplýsir Hagstovan.

Hagstovan sigur, at heldur gongdin fram alt árið, verður talan um størstu minking í fólkatalinum seinastu 16 árini.

Hagstovan vísir á, at størsti fólkavøksturin er í Vága kommunu, 38 fólk. Har gera bæði burðaravlop og tilflyting mun. Men í Sørvági minkaði fólkatalið. Har vóru 21 fólk færri.

Í øllum økjum minkaði fólkatalið uttan í Vágum. Størsta minkingin er í Eysturoynni, 115 fólk.