- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brúkaraumboðið skal eisini kanna bankar

Brúkaraumboðið verður eisini við, nú ómaksgjøldini og renturnar hjá peningastovunum skulu kannast.

Og Brúkaraumboðið skal bera ein fjorðing av útreiðslunum til kanningina, sigur Vinnumálaráðið, sum hevur biðið um 100.000 kr. í eykajáttan til Kappingareftirlitið.

Brúkaraumboðið skal hava tann partin, sum eitur brúkaravernd og upplýsing til teirra, sum brúka peningastovnarnar.

Kanningin er mett at kosta eina millión, so kostnaðurin hjá Brúkaraumboðnum verður 250.000 kr.

Sambært Vinnumálaráðnum vil Kappingareftirlitið sleppa at kanna kostnaðarstigið hjá peningastovnunum fyri at meta um høgu ómaksgjøldini og høga rentustigið í Føroyum kunnu grundgevast við serliga høgum kostnaðarstigi í Føroyum, ella um orsøkin er vantandi kapping.

Í kanningini verður viðgjørt, hvussu raksturin hjá føroysku peningastovnunum er samanborin við sambæriligar

danskar peningastovnar, og ítøkiliga greinað, hvat einstøku tænasturnar í veruleikanum kosta føroysku peningastovnunum.

Ein útlendskur serfrøðingur verður settur í hálvt starv at gera greiningina.

Arbeiðið byrjar í ár og skal vera liðugt næsta ár.