Sóu nógva sild norðanfyri

Sóu nógva sild norðanfyri
Magnus Heinason er júst liðugur við sildakanningarnar undir Føroyum
Á Magnusi Heinasyni sóu teir nógv sild norðanfyri, men ongan makrel.

15.05.2012 - 16:47

Væl meiri av sild er norðan fyri Føroyar í ár enn undanfarin ár, men eingin makrelur.

Tað vísa kanningarnar, sum Havstovan hevur gjørt við Magnusi Heinasyni.

Sildin stóð víða á kanningarøkinum, og er sum ein lind á 10-50 metra dýpi. Um dagin tekur hon seg saman í smáar torvur á 250 til 300 metra dýpi. Sildin stendur tættast í útnyrðingspartinum, sigur Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur á Havstovuni.

Nakað meiri av svartkjafti var eisini at síggja samanborið við í fjør. Hetta samsvarar við fyribils kanningarúrslitini vestan fyri Bretsku Oyggjarnar fyrr í vár.  Smáur svartkjaftur (2009-árgangurin) var eisini at síggja, men tó var nærum einki at síggja úti á víðum havi.

Eingin makrelur

Var nógv sild at síggja, er øðrvísi við makrelinum, tí eingin makrelur er at síggja norðanfyri í ár. Í fjør var makrelurin komin norður á 64 stig og 30 hesa tíðina. Gongdin seinastu árini hevur annars verið, at makrelurin hesa tíðina er komin longri norður og vestur, sigur Jan Arge Jacobsen.

Kanningin hjá Havstovuni er skipað sum altjóða kanning undir ICES, har Føroyar, Noreg ES og Ísland eru við. Úrslitini frá Magnusi Heinasyni verða løgd saman við úrslitunum frá hinum londunum í kanningini í juni, tá endalig frágreiðing verður skrivað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871