ES: Grikkaland kann siga evruni farvæl

ES: Grikkaland kann siga evruni farvæl
ES fyrireikar seg til, at Grikkaland fer burturúr samstarvinum um evruna, váttar handilsráðharrin í ES.
Arkivmynd

18.05.2012 - 15:10

ES og Evropeiski Miðbankin fyrireika seg til, at Grikkaland fer burturúr evrusamstarvinum.

Tað váttar handilsráðharrin í ES, Karel De Gucht, í samrøðu við belgiska blaðið, De Standard.

- Fyri hálvum øðrum ári síðani hevði støðan verið sera trupul, um Grikkland fór burturúr evrusamstarvinum, men nú verður arbeitt við eini bjargingarloysn, um tað vísir seg, at Grikkaland ikki klárar seg, sigur Karel De Gucht.

Tað er fyrstu ferð, at ein embætismaður í ovastu leiðsluni í ES váttar, at ES fyrireikar seg til at Grikkaland fer burturúr samstarvinum um evruna.

Politiska støðan í skuldartyngda Grikkalandi er óstøðug.

Tað er ikki eydnast at skipa eina stjórn, sum kann taka undir við krøvunum sum ES og Altjóða Valutagrunnurin, IMF, seta Grikkalandi, so landið kann fáa miljardir í hjálp.

Uttan bjargingarætlanina frá ES og IMF, fer Grikkaland á húsagang.

Grikska tjóðartingið varð fyrraparitn sent til hús, tí ætlanin er at halda nýval í Grikkalandi í juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044