FAS-skip rindaðu 418 mió. kr. í hýru

FAS-skip rindaðu 418 mió. kr. í hýru
Skatturin verður rindaður reiðaríunum aftur, men Altjóða Skipaskrásetingin hevur eisini nógv avleitt virksemi á landi
Skipini hjá Supply Service eru skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini.

21.05.2012 - 16:08

Í fjør vórðu goldnar 418 milliónir krónur í hýrum til føroysk og útlendsk sjófólk við skipum, sum eru skrásett í Føroysku Altjóða Skrásetingini, FAS.

Tað upplýsir Sjóvinnustýrið í ársfrágreiðing síni fyri 2011.

Goldnar vórðu 245,5 milliónir krónur í lønum til føroysk sjófólk við FAS-skipum og til FAS-avleitt virksemi á landi.

35 prosent í skatti

Øll sjófólk við FAS-skipum rinda 35 prosent í inntøkuskatti. Harafturat skulu sjófólk, búsitandi í Føroyum, gjalda fult arbeiðsmarknaðargjald, 3,4 prosent, til ALS, Barsilsskipanina og Samhaldsfasta. Arbeiðsgevararnir rinda eisini 3,4 prosent. Hinvegin rinda útlendingar við FAS-skipum ikki arbeiðsmarknaðargjald í Føroyum.

Skatturin, sum sjófólkini gjalda, verður rindaður aftur til reiðaran. Tí liggur eingin beinleiðis skattur eftir í landskassanum, men arbeiðsmarknaðargjøldini verða ikki endurrindað.

Í fjør fekk Taks góðar 29 milliónir krónur í skatti frá avleiddum virksemi frá FAS á landi, meðan ALS, Barsilsskipanin og Samhaldfasti fingu tilsamans slakar 17 milliónir kr. frá avleiddum virksemi á landi og føroyskum sjófólki í FAS.

Harafturat fekk Sjóvinnustýrið góðar tríggjar milliónir kr. í inntøku frá FAS, tí skipini skulu gjalda eitt ávíst ársgjald, sum verður ásett eftir stødd og aldri á skipinum.

28 mill. kr. í ferðaseðlum

Atlantsflog hevur hvønn mánað 3-4 leigutúrar, tá FAS-skipini skifta manning. Afturat hesum eru eini 500 sjófólk, sum sigla við øðrum FAS-skipum, og sum skulu flytast til og úr Føroyum fjórðu ella sættu hvørja viku.

Harumframt fær Atlantsflog inntøkur frá nógvari ferðing hjá reiðaríunum. Sjóvinnustýrið metir, at inntøkan frá flogferðaseðlum, sum hava samband við FAS, er 28 milliónir kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871