Rættarmálið móti Jan Allan Müller byrjar 4. juni

Rættarmálið móti Jan Allan Müller byrjar 4. juni
Fyrrverandi stjórin í Injector Trawldoors er ákærdur fyri ólógliga at hava stungið fleiri milliónir krónur í egnan lumma. Hann noktar seg sekan
Løgreglan er liðug at kanna málið um fíggjarundandrátt í Injector Trawldoors, og málið kemur fyri rættin í Horsens 4. juni.

25.05.2012 - 16:11

Um tvær vikur kemur málið móti fyrrverandi stjóranum og bókhaldaranum í Injector Trawldoors fyri í rættinum í Horsens. Teir verða ákærdir fyri fíggjarundardrátt og svik. Tilsamans hava teir, sambært ákæruritinum, svikað fyri átta millónir krónur.  Ákærin hjá Sydøstjyllands Politi, Anja Hedegaard, sigur við Dag og Viku, at hetta er eitt stórt mál hjá løgregluni í Horsens.

Sambært ákæruritinum eru átta milliónir krónur tømdar úr partafelagnum Injector Trawldoors, og tað er stjórin sjálvur, føroyingurin Jan Allan Müller, sum við hjálp frá bókhaldaranum hevur staðið fyri hesum.

Felagið fór á húsagang í juni mánaði 2010, og bústjórin, sum gjørdi búgvið upp, meldaði stutt eftir stjóran og bókhaldaran fyri at hava framt fíggjarundardrátt fyri fleiri millónir krónur. Nakrar mánaðir seinni vórðu skuldsetingarnar víðkaðar til eisini at fevna um svik gjøgnum føroyska felagið FO900 Invest Aps.

18 ákærur

Tilsamans eru 18 ákærur um svik fyri tilsamans átta milliónir krónur. Tær snúgva seg um fíggjarundandrátt fyri umleið hálva aðru millión krónur, heimildarsvik - vanliga nevnt mandatsvik - fyri slakar 700.000 kr., skattasvik fyri slakar 700.000 kr og skjalafalsan fyri fimm milliónir krónur. Jan Allan Müller er ákærdur í øllum ákærunum, meðan bókhaldarin er ákærdur fyri skjalafalsan.

Sjey dagar eru settir av til rættarmálið, sum byrjar 4. juni. Anja Hedegaard sigur, at vitni skulu avhoyrast í fýra dagar, og tey koma úr Týsklandi, Grønlandi, Noregi og Føroyum.

Løgreglan hevur kannað kontur, sum teir skuldsettu hava havt. Hóast einki óreglusemi var funnið har, vístu kanningarnar, at peningastreymur var úr Injector Trawldoors A/S og FO900 Invest ApS gjøgnum privatar kontur hjá stjóranum.

Noktar seg sekan

Jan Allan Müller hevur ikki viljað úttalað seg til løgregluna, men hann noktar seg sekan. Hinvegin hevur løgreglan avhoyrt bókhaldaran, sum eisini noktar seg sekan.

Akæruvaldið fer at krevja Jan Allan Müller og bókhaldaran fongsulsrevsing og bót. Revsingin fyri slík lógarbrot er upp í átta ára fongsulsrevsing. Hon vil tó einki siga um, hvussu stranga revsing, ákæruvaldið fer at krevja.

Síðsti ásetti rættarfundur verður 22. juni, men ákærin væntar tó ikki, at dómur verður feldur sama dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167