Spardur peningur nýtast at kanna ómaksgjøld

Spardur peningur nýtast at kanna ómaksgjøld
Andstøðan í Fíggjarnevndini mælir til at játta 330.000 kr. afturat til kanningina hjá Kappingarráðnum
Andstøðan í Fíggjarnevndini skjýtur upp, at Kappingarráðið fær tær 330.000 krónurnar, sum verða spardar, nú Strandferðslan sleppur unddan avgjaldinum á tungolju. Peningurin skal nýtast at kanna ómaksgjøld og rentustig í peningastov

30.05.2012 - 10:39

Tær 330.000 kr., sum Strandferðslan sparir, tá hon sleppur undan umhvørvisavgjaldinum á tungolju, eigur Kappingarráðið at fáa til at kanna ómaksgjøldini og kostnaðarstigið annars hjá peningastovnunum.

Tað halda andstøðufólkini í Fíggjarnevndini, sum hevur skrivað álit um uppskotið hjá landsstýrinum um eykajáttanarlóg.

Í uppskotinum biður Vinnumálaráðið um 100.000 kr. til at byrja kanningina. Minnilutin vil leggja 330.000 kr. afturat, nú tær verða spardar aðrastaðni. Kanningin, sum skal byrja í ár og vera liðug næsta ár, er mett at kosta eina millión.

Ætlanin er at kanna kostnaðarstigið hjá peningastovnunum fyri at meta, um ómaksgjøldini og rentustigið í Føroyum kunnu grundgevast við serliga høgum kostnaðarstigi í Føroyum, ella um orsøkin er vantandi kapping.

Meirilutin í Fíggjarnevndini mælir til at brúka tær 330.000 kr., sum Strandsferðslan sparir, til orkumál, so Orkudepilin á Kambsdali verður ávegis avgreiddur.

18,2 milliónir krónur verða fluttar í fíggjarlógini sambært uppskotinum hjá landsstýrinum um eykajáttanarlóg.

Uppskotið kostar ikki landskassanum meira enn fíggjarlógin ger, tí allar eykajáttanir eru útreiðsluneutralar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763