Yvirgangsmenn 12 ára fongsul

Yvirgangsmenn 12 ára fongsul
Rætturin í Glostrup hevur dømt fýra mans úr Svøríki 12 ár fongsulsrevsing fyri at havt ætlanir um yvirgang í Keypmannahavn
Ákæruvaldið kravi teir fýra menninar dømdar 14 til 16 ára fongsul, men rætturin í Glostrup dømdi teir 12 ára fongsul.

04.06.2012 - 15:26

Teir fýra menninir, sum í morgun vórðu funnir sekir í at fyrireika eina yvirgangsatsókn móti Jyllandspostinum, eru dømdir 12 ára fongsulsrevsing.

Dómurin fall í rættinum í Glostrup.

Menninir - tríggir teirra 31 ára gamlir og ein 46 ára gamal - eru allir úr Svøríki. Tveir teirra eru av tunesiskum uppruna og ein av libanskun uppruna. Menninir ætlaðu at fara inn í blaðhúsið á Ráðhúsplássinum við millum annað einari maskinbyrsu við ljóðdoyvara, har teir ætlaðu at drepa so nógv sum gjørligt.

Eydnaðist tað ikki at sleppa inn í blaðhúsið,var ætlanin at bróta inn í eini tilvildarlig hús við nógvum fólki og drepa frá hond.

Politiið handtók menninar tann 29. desember 2010.

Rætturin metir seg hava prógv fyri, at menninir høvdu ætlanir um at drepa, millum annað við at avlurta íbúðir í Stokkhólmi og Herlev, har menninir hildu til.

Ákærumyndugleikin kravdi millum 14 og 16 ára fongsulsrevsing. Verjin metti, at fongsulsrevsing millum 5 og 12 ár var hóskandi. Og rætturin dømdi allar fýra 12 ára fongsul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483