- Tíðindi, mentan og ítróttur
Noktar seg sekan í sviki fyri átta mió. kr.

Jan Allan Müller, fyrrverandi stjóri í Injector Trawldoors, og fyrrverandi roknskaparstjórin í fyritøkuni nokta seg báðir sekar í ákærunum um svik fyri tilsamans átta mlliónir kr.

Tað skrivar Horsens Folkeblad.

Rættarmálið móti teimum báðum byrjaði í gjár.

Ákæruvaldið sigur, at svikið varð væl lagt til rættis, og tað varð skipað. Men verjarnir vísa øllum ákærum aftur.

- Tú kanst bert verða dømdur fyri fíggjarundandrátt, skjalafalsan og svik, um tú við vilja hevur ætlað at fáa nakað burturúr. Og tú kanst bert verða dømdur fyri stuldur, um tú hevur stolið nakað, sum hevur virði, segði verjin hjá Jan Allan Müller, Peter Secher Schmidt, sambært Horsens Folkeblad.

Fyrrverandi stjórin í Injector Trawldoors er ákærdur fyri í 18 førum at hava framt skjalafalsan, fíggjarundandrátt, heimildarsvik og skattasvik. Roknskaparstjórin er ákærdur fyri í fimm førum at hava framt skjalafalsan og í einum føri heimildarsvik.

Rættarmálið heldur fram í næstu viku, tá teir báðir ákærdu verða avhoyrdir, skrivar Horsens Folkeblad.