- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinnumálaráðið: Marjun er framvegis áhugaverd

Landsstýrið vil hava oljufeløgini at venda aftur til eitt hol, sum varð borað fyri 11 árum síðani.

Ein brunnur, sum varð boraður í føroysku undirgrundina í 2001, er brádliga vorðin spennandi aftur.Talan er um brunnin Marjun, sum millum annað Amerada Hess boraði í 2001.

Nú, 11 ár seinni, er vorðið greitt, at oljan í brunninum rennur betur enn higartil hildið. Og tí er hon lættari at fáa upp.

Vinnumálaráðið nýtir høvi til at gera vart við, at oljufeløg kunnu søkja um loyvi at leita á júst hesari leiðini. Sambært kolvetnislógini kunnu oljufeløg søkja um loyvi at leita á leiðum, sum fyrr eru bodnar út.

Men áðrenn loyvi kann latast, skal landsstýrismaðurin í vinnumálum kunngera alment, at umsókn er komin. Tá hava onnur feløg 90 dagar at umhugsa, um eisini tey skulu søkja.

Fleiri hundrað milliónir tunnur

Hóast óvissan er stór, verður mett, at í brunninum eru millum 100 milliónir og 600 milliónir tunnur av olju. Ein tunna av olju er knappliga 160 litrar.

Í 2001 varð borað gjøgnum 170 metrar av oljuberandi løgum. Har er lætt olja. Hetta var eitt spennandi úrslit eisini tá. Men eftir at hava borað ein avmarkingarbrunn á enskum øki og kannað mátingar og borikjarnir nærri, gjørdu loyvishavararnir av ikki at halda fram við loyvinum og lótu landsstýrinum loyvið aftur.

Jarðfeingi hevur síðani biðið eitt amerikanskt ráðgevingarfelag meta um upplýsingarnar frá boringini. Og tað eru metingarnar hjá amerikanska felagnum, sum hava íbirt nýggja vón um Marjuna.

Men Jarðfeingi og Vinnumálaráðið siga tó, at fleiri kanningar skulu gerast, áðrenn til at siga meira um útlitini at fáa olju úr gamla brunninum.