Landsstýrismálanevndin vil hava fleiri upplýsingar

Landsstýrismálanevndin vil hava fleiri upplýsingar
Tingið er farið í summarfrí, men landsstýrismálanevndin viðger framvegis tvær kærur um brot á stýrisskipanarlógina
Sirið Stenberg er forkvinna í landsstýrismálanevndini. Hóast tingið er farið í summarfrí, viðger nevndin framvegis tvær kærur um brot á stýrisskipanarlógina.

06.06.2012 - 19:36

Høgni Hoydal kærdi til landsstýrismálanevndina, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður ikki kunnaði uttanlandsnevndina, áðrenn hann fór undir samráðingar við donsku stjórnina um at hækka blokkstuðulin, og gjørdi av at steingja sendistovuna í London og flyta virksemið til Bruxelles.

Landsstýrismálanevndin umrøddi kæruna á fundi í dag, men kom ikki á mál við viðgerðini, sigur Sirið Stenberg, forkvinna.

Landsstýrismálanevndin vil hava nærri upplýsingar og greiningar, áðrenn hon kann taka endaliga støðu. Tí kemur kæran fyri aftur á fundi í landsstýrismálanevndini, sum verður 19. juni.

Prísjavna skattastigan

Hin kæran snýr seg um ætlanina hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, sum í kunngerð ætlaði at sleppa at prístalsviðgera skattastigan.

Tað mettu tingfólkini, Kristina Háfoss, Eyðgunn Samuelsen, Helena Dam á Neystabø og Poul Michelsen, verða brot á stýrisskipanarlógina, tí skattur kann bert ásetast við lóg.

Tey kærdu tí málið til landsstýrismálanevndina. Málið kom ikki aftur úr nevnd, tí ivi varð sáddur um tað.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur boðað frá, at hann fer at kanna, um ætlanin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum er í stríð við stýrisskipanarlógina. Tann kanningin verður ikki liðug fyrr enn hálvan juli.

Tí hevur Landsstýrismálanevndin gjørt av, at útseta viðgerðina av málinum, fyri at vita hvussu leikur fer. Men málið er ikki slept, sigur Sirið Stenberg, forkvinna í landsstýrismálanevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Fríggjadag 8. mai
LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)
208107
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968