- Tíðindi, mentan og ítróttur
Martin V. Heinesen í landgrunsnevndina hjá ST

Martin V. Heinesen, jarðfrøðingur er valdur í landgrunsnevndina hjá ST í eitt fimm ára skeið. Hann varð uppstillaður sum valevni fyri danska ríkið, og fekk stuðul úr øllum Norðurlondunum.

Uppgávan hjá landgrunsnevndini er at viðgera landgrunskrøv hjá strandalondum og gera tilmæli um teirra landgrunsmørk uttan fyri 200 fjórðingar.

Landgrunsnevndin hevur sæti í New York og arbeiðir har millum 21 og 26 vikur um árið. Teir 21 limirnir í landgrunsnevndini eru serfrøðingar í jarðfrøði, jarðalisfrøði og vatnfrøði, t.e. hydrografi. Teir verða valdir úr ymsum heimspørtum fyri at tryggja eina landafrøðiliga javnvág.

Martin V. Heinesen hevur starvast sum leiðari á Jarðfrøðisavninum, og í 1990-árunum var hann limur í Oljuráðleggingarnevndini hjá landsstýrinum og stjóri á Oljufyrisitingini. Hann var limur í nevndini, sum samráddist við Bretland um landgrunsmarkið.

Síðan 2003 hevur Martin verið leiðari fyri landgrunsverkætlanina, sum fyrireikaði landgrunskrøvini út um 200 fjórðingar norðan fyri og sunnan fyri Føroyar. Krøvini vórðu latin ST í ávikavist apríl í 2009 og desember í 2010.