- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrireika stevning í Eik-málinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/b9a35f62c60d01d806e65da56bdf5942.png?itok=b80TKF1o)

Tey, sum ráddu fyri borgum í føroyska partinum av gamla Eik Banka, fáa seinni í mánaðinum at vita, um tey verða stevnd ella ikki.

Carsten Fode, advokatur hjá Kroman Reumert, sum í løtuni fyrireikar stevning móti bankaleiðsluni, sigur við útvarpið, at arbeiðið at fyrireika stevningina gongur eftir ætlan, og tað væntandi verður liðugt fyri mánaðarskiftið.

Í desember varð Carsten Fode liðugur at fyrireika rættarmálið móti leiðsluni í danska partinum av gamla kollsiglda Eik Banka.

Í hesum málinum eru átta persónar, teirra millum Marner Jacobsen, fyrrverandi nevndarlimur, og Brian Toft, stjóri, eru stevndir eftir tilsamans 250 milliónum krónum.

Avgjørt er, at rættarmálið, sum varð reist í rættinum í Holbæk, fer beinleiðis í landsrættin, tí tað verður mett at hava avgerandi samfelagsligan áhuga.

Ákærurnar byggja á ta advokatkanning, Carsten Fode gjørdi fyri Fíggjarligt Støðufesti í fjør summar. Hon staðfesti, at tað er rætt at gera endurgjaldskrav galdandi móti eini røð av fleiri føroyskum stjórum og nevndarlimum, tí tey ikki hava hildið tær skyldur, sum tey høvdu sambært galdandi lógum á økinum.