Tunnil til Gjáar kostar millum 115 og 150 mió. kr.

Tunnil til Gjáar kostar millum 115 og 150 mió. kr.
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni
At gera tunnil til Gjáar fer at kosta millum 115 og 150 milliónir kr., sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður.

08.06.2012 - 10:54

Tað, sum verður spart í kavarudding, fer ikki at spara allan kostnaðin av einum tunli til Gjáar.

Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, sum hevur svarað einum grein 52-spurningi fra Helga Abrahamsen, løgtingsmanni úr Sambandsflokkinum. Hann vildi vita, hvat kavaruddingin av leiðini til Gjáar kostar samanborið við kostnaðin av einum tunli.

Ein tunnil til Gjáar verður mettur at kosta millum 115 og 150 milliónir krónur, alt eftir hvør loysn verður gjørd. At dagføra verandi veg verður mett at kosta einar 30 til 35 milliónir krónur - tað merkir, at neyðug víkipláss verða gjørd, og vegurin annars verður tryggjaður.

Sostatt er munurin millum stuttu tunnilsloysnina og dagføringina av vegnum um 80 milliónir krónur.

Mett verður, at kavaruddingin av teininum Funningur-Gjógv er umleið 400.000 krónur árliga, upplýsir Kári P. Højgaard í svarinum.

Dýrari at reka tunnil

Tað er munandi dýrari at reka ein tunnil enn ein veg. Rakstrarkostnaðurin av einum tunli til Gjáar hevði ligið um 1,8 til 2,2 milliónir krónur árliga, alt eftir hvør loysn verður vald, og tá slepst heldur ikki undan kavarudding við tunnilsmunnarnar.

- Tessvegna fer ein tunnil ikki at spara allan kostnaðin av at grava kava á farleiðini til Gjáar, staðfestir landsstýrismaðurin í svarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820