- Tíðindi, mentan og ítróttur
EB/Streymur fekk í posa og sekk

HB - EB/Streymur

EB/Streymur tók øll trý stigini við úr Gundadali. Einasta málið
í dystinum kom longu í 11.minutti, tá ein stórspælandi Hans Pauli Samuelsen
legði sundalagsmenn á odda. EB/Streymur var fleiri ferðir nær HB-málinum, men
Teitur Gestsson átti sín lut í, at ikki fleiri mál komu í dystinum, sum endaði
1-0 til EB/Streym.

FC Suðuroy - Víkingur

Dysturin vesturi á Eiðinum var ikki meir enn byrjaður, tá ið
Palli Augustinussen legði heimaliðið á odda. Víkingur hevði bóltin tað mesta av
dystinum og royndi sum frægast at leggja trýst á FC Suðuroy. Møguleikarnir vóru
nógvir, millum annað eitt brotsspark, sum Evrard Blé misnýtti. Trýstið gav tó úrslit
beint fyri leiklok, tá ið Atli Gregersen javnaði fyri Víking til endaliga
úrslitið 1-1.

ÍF - TB

Dysturin í Fuglafirði endaði somuleiðis við javnleiki, hóast
ÍF var spælstýrandi fyri tað mesta og høvdu fleiri stórar málmøguleikar. Umframt
skot á stongina, fekk ÍF eitt brotsspark, sum Karl Løkin tó misnýtti. Clayton
Soares legði heimaliðið á odda miðskeiðis í seinna hálvleiki. Seinastu løtuna
spældu TB við 10 monnum, eftir at Martin Tausen bleiv vístur av vølli. Men
stutt fyri leiklok javnaði Igor Grkajac fyri TB til endaliga úrslitið 1-1.

B68 - B36

Á Svangaskarði byrjaði dysturin heldur stillisliga uttan stórvegis
málmøguleikar, men eftir eitt korter fekk B68 horna, sum Einar Hansen legði
innfyri B36-málið. Ndende var hægstur á bóltinum og stútaði hann í málið til
1-0. Hendan støðan helt sær til miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið Lukasz
Cieslewiecz við einum einmansavriki javnaði til 1-1, sum eisini gjørdist
endaliga úrslitið.

NSÍ - KÍ

Fimti dysturin í 11.umfari bleiv spældur leygarkvøldið á
Eystanstevnu, tá ið KÍ vann 2-0 ímóti NSÍ við Løkin í Runavík. Páll Klettsgarð
stóð fyri báðum málunum í dystinum.

Støðan í landskappingini er nú hendan:

1.
EB/Streymur
24
2.
Víkingur
21
3.
HB
18
4.
KÍ
18
5.
ÍF
18
6.
B36
15
7.
TB
13
8.
B68
11
9.
NSÍ
10
10.
FC Suðuroy
3

12. umfar er á skránni mikukvøldið og tá eru dystirnir hesir:

B36 - HB
TB - FC Suðuroy
KÍ - B68
EB/Streymur - ÍF
Víkingur -
NSÍ