Arbeiðsgevarar: Lurtið eftir fiskifrøðini

Arbeiðsgevarar: Lurtið eftir fiskifrøðini
Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at heimaflotin er framvegis ov stórur. Makrelurin verður eisini nýttur sum stuðul til heimaflotan, sigur felagið
Arbeiðsgevarafelagið heldur, at makrelurin verður nýttur sum stuðul til heimaflotan, ið ikki ber seg.

11.06.2012 - 15:40

Arbeiðsgevararnir vilja nú hava politikararnar at lurta eftir fiskifrøðingunum.

Í sambandi við, at ICES er komin við sínum tilmæli um botnfiskaveiðina undir Føroyum næsta ár, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at tørvur er á veruligari stovnsrøkt, so ikki meiri verður fiskað enn stovnarnir tola.

- Politiska skipanin má skipa soleiðis fyri, at vit fáa eina burðardygga veiðu undir Føroyum fyri at fáa meiri burturúr í longdini og betri prís á marknaðinum, sigur arbeiðsgevarafelagið.

Sera vánaligu fíggjarligu úrslitini og vánaligi fiskiskapurin er ein greið
ábending um, at okkurt er heilt galið við okkara fiskivinnupolitikki. Lítil ivi
er um, at heimaflotin skal ígjøgnum eina tillaging, soleiðis at fiskiorkan
samsvarar betur við tær nøgdir, sum vit kunnu veiða undir Føroyum. Sjálvt um
skipatalið undir Føroyum er minkað nógv seinastu 10 árini, bendir alt
á, at heimaflotin framvegis er ov stórur, sigur felagið.

Makrelur og stuðul

Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at tað er ein trupulleiki, at makrelurin eisini verður býttur til skipabólkar, sum ikki eru útgjørdir at fiska makrel. Í staðin fyri at tillaga heimaflotan, verður makrelurin í veruleikanum nýttur sum stuðul til heimaflotan, sum ikki ber seg fíggjarliga.

- Hetta er bert við til at útseta tillagingina, sum flotin nátúrliga eigur at fara ígjøgnum, og økta makrelkvotan kann tí eisini hava óhepnar avleiðingar, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210