- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brúkaraumboðið hevur sagt upp

Andrass Holm Arge, stjóri á Brúkaraumboðnum. hevur sagt seg úr starvi.

Tað skrivar Portalurin.

Andrass Holm Arge fer úr starvinum 1. august. Hann varð fyri trimum árum síðan áramálssettur í fimm ár.

Landsgrannskoðanin er komin við hørðum atfinningum móti Brúkaraumboðnum, sum hevði brúkt pening hjá stovninum privat. Johan Dahl, landsstýrismaður, vil ikki siga, um Andrass Holm Arge hevur sagt upp sjálvur, ella er biðin um at siga upp.

Brúkaraumboðið, sum hevur havt heimstað í Vági, flytir nú til Havnar. Johan Dahl sigur orsøkina vera, at best er at hava Brúkaraumboðið undir sama taki sum Kappingareftirlitið. Haraftrat er torført at fáa skikkaðar umsøkjarar til størv í útjaðaranum, sigur hann við Portalin.

Vinnumálaráðið hevur longu lýst starvið sum stjóri á Brúkaraumboðnum leyst. Freistin er 9. juli. Starvið er áramálssett í fimm ár.