- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanningarstjóri: Skúlin er ein byggigøla

Miðnámsskúlin í Hovi er illa bygdur, og eftirlitið við byggingini var ov vánaligt.

Tað eru lemjandi niðurstøðurnar í kanningini, sum Majken Johansen, løgfrøðingur, hevur gjørt fyri Løgtingið, í sambandi við byggingina av miðnámsskúlanum í Hovi.

Kanningin er nú liðug og liggur tøk á heimasíðuni hjá løgtinginum, og hon er lítið hugaligur lesnaður. Tað stendur nú svart upp á hvítt, at miðnámsskúlin í Hovi er ein byggigøla, har:

- Órættir upplýsingar vóru givnir myndugleikunum.

- Eftirlitið varð noktað atgongd til byggiplássið.

- Notatskyldan og fyrisitingarsiður ikki hildin,

- og borgarar í landinum at enda standa eftir við einum nýggjum miðnámsskúla, har neyðugt verður at nýta nógvan eykapening uppá ábøtur av slíkum, sum átti at verið í lagi frá byrjan.

Einki eftirlit

Í kanningini verður vánaliga eftirlitið við byggingini millum annað nevnt, sum ein av høvuðsorsøkunum til byggigøluna í Hovi.

Landsverk hevði uppgávuna at byggja miðnámsskúlan í Hovi, og hevði biðið Árna Winther, arkitekt, átaka sær eftirlitið. Men Árni Winther hevur á fundi við Majken Johanesen, kanningarstjóra, sagt, at tá ið tíð var fráliðin, slapp hann ikki inn á byggiplássið at gera neyðuga eftirlitið.

"Um so er, at eftirlitið ikki sleppur inn á plássið, eigur hetta at verða greitt frá á byggifundi og fyri avvarðandi myndugleika. Er atgongd framvegis noktað, so má heitast á fútarættin um at skipa fyri, at sleppast kann inn á byggiplássið," er niðurstøðan í kanningini.

Majken Johansen, kanningarstjóri, skrivar eisini, at ... "tá atgongd til plássið verður noktað, so er tað serstakliga tá, at eftirlit skal havast við byggingini, tí hetta bendir á, at alt ikki er, sum tað eigur".

21 fólk vórðu boðsend á fund við Majken Johansen, í sambandi við kanningina av byggigøluni í Hovi.