- Tíðindi, mentan og ítróttur
Missir koyrikortið í 10 ár

Ein maður hevur mist koyrikortið fyri triðju ferð, og hesa ferð í 10 ár.

Tað avgjørdi Føroya rættur í gjár.

Maðurin fekk eisini 40 daga fongsulsrevsing og 4.250 kr. í bót. Hann er dømdur fyri at hava koyrt við kenning uttan at hava koyrikort. Koyringin, sum sambært ákæruritinum var skilaleys, endaði í ferðsluóhappi við fólkaskaða.

Maðurin hevði ikki koyrikort, tí tað hevði hann mist í fimm ár. Hetta var triðju ferð, hann varð tikin fyri at koyra ávirkaður, meðan hann ikki hevði koyrikort.

Í 2001 misti hann koyrikotið í hálvt sjeynda ár, í 2008 í fimm ár, og nú hevur hann mist kortið í 10 ár.

Stolið høglbyrsu

Harafturat er maðurin dømdur fyri at hava stolið eina høglbyrsu í einum handli í Havn.

Byrsan varð funnin knappliga trý ár seinni heima hjá manninum. Maðurin er eisini, saman við einari kvinnu, dømdur fyri at hava hampplantur og hassj heima við hús. Fyri tað fekk kvinnan 2.000 kr. í bót. Hon noktaði seg seka

Maðurin játtaði seg sekan í at hava koyrt bil uttan at hava koyrikort, og at hava stolið byrsuna. Men hann noktaði seg sekan í hinum ákærunum.